Episodes
Thursday Sep 23, 2021
Thursday Sep 23, 2021
Seinastu árini eru nógvar broytingar farnar fram innan verju av persónsdátum, og nógv verður tosað um cookies á heimasíðum. Vit fara í dag at tosa meira um hetta evni, hvussu hetta ávirkar marknaðarførslu og hvussu heimasíðu-eigarar og marketing fólk skulu fyrihalda seg til nýggju lóggávuna.
Gestur í hesi poddvarp-sending er Jógvan Andersen, stjóri á Qodio.
Friday May 28, 2021
Video-marketing
Friday May 28, 2021
Friday May 28, 2021
Seinastu árini hava vit sæð eina broyting í miðlabrúki, har fólk nú brúka meira tíð hvønn dag á fartelefonini enn at hyggja eftir sjónvarp. Við eksplosivum vøkstri av video-baseraðum pallum so sum Instagram Stories, Reels, TikTok og Snapchat, so vænta brúkarar stutt og greitt video content. Og nógv fyritrekkja vertikalt – standandi – video.
Vælkomin til Talgildir marknaðarføroyingar poddvarpið. Gestur hesaferð er Klæmint Klakk frá Raclip, ið eisini hevur nógvar royndir við at gera filmsbrot á YouTube.
Monday Apr 26, 2021
Hvat er hent við nethandli og sosialum miðlum seinasta árið?
Monday Apr 26, 2021
Monday Apr 26, 2021
Hvat er hent við nethandli, sosialum miðlum og marknaðarførslu á netinum seinasta árið? Korona-farsóttin hevur broytt gerandisdagin og harvið okkara brúkara-atferð. Tað hevur eisini ført til nógva nýhugsan innan talgildar miðlar og hevur trýst nógvar fyritøkur til at hugsa øðrvísi. Hetta fara vit at tosa meira um í hesum poddvarpinum.